Eftirlitið ikki nøktandi

bannari
13.04.2019 - 15:57
InnlendisPolitikkur
Eftirlitið ikki nøktandi
Eftirlitið hjá Samferðslumálaráðnum við Marknagilsdeplinum var ikki nøktandi, siga Løgtingsgrannskoðararnir

Tað er als ikki nøktandi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Samferðslumálaráðið ikki hava hildið sínar eftirlitsskyldur mótvegis Landsverki í nóg stóran mun.

Tað siga løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðu til frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um byggingina av Marknagilsdeplinum.

Hóast ráðið hevur vitað um teir trupulleikar, ið hava verið við at byggja Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, hevur Samferðslumálaráðið verið rættiliga passivt og ókritiskt í øllum tíðarskeiðnum, sum tað hevur varðað av Landsverki, skrivar løgtingsgrannskoðararnir.

Í frágreiðing sínari sigur Landsgrannskoðanin soleiðis: Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum."

Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er ein av løgtingsgrannskoðarunum, og hann sigur, at skipanin hevur svikið.

Við nýggjastu umbønini um eykajáttan til skúladepilin í Marknagili, er samlaða rokningin nú komin upp á 728 og eina hálva millión krónur.

Og tá er gerðarrættarmálið millum Landsverk og TG Verk ikki talt við. 

Landsverk hevur 75 milliónir krónur stórt krav ímóti sær, og hevur sett fram 86,6 milliónir krónur í mótkravi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523