EM byrjar

bannari
10.06.2016 - 10:23
ÍtrótturFótbóltur
EM byrjar
Upptakt til EM endaspælið í fótbólti, sum byrjar í Fraklandi í kvøld

Drúgv forsending í útvarpinum um EM-endaspælið í fótbólti. Farið verður ígjøgnum allar bólkarnar, og øll 24 liðini, sum eru við, í Fraklandi. Serfrøðingarnir við borðið eru Jóannes Jakobsen, Sigfríður Clementsen og Eli Hentze.

Sendingin er eisini afturlítandi. Øll EM-søgan verður lýst frá 1960 til dagin í dag. Venjarar meta eisini um EM-finaludystir í 70-unum.

Føroyskur vinkul

Sum eitt síðuspor til EM-søguna fær føroyskur fótbóltur eisini rúma viðgerð. Vit lýsa gongdina og menningina í føroyskum fótbólti í einum aktuellum EM-samanhangi heilt frá 60-árunum og frameftir bæði við eldri og nýggjum upptøkum.

Vit hoyra millum annað Jóhan Nielsen, Baldvin Baldvinsson, John Sigurð Joensen, Hera Nolsøe, Hanneman Múller, Jógvan Norðbúð, Suna Jacobsen, Ronny Gunnarsson, Petur Hammer, Ernst Dalsgarð o.a. greiða frá um 60- og 70-árini.

Í samband við EM-kappingarnar seinastu fjórðingsøldina verður nágreiniliga sagt frá føroysku avrikunum í EM-undankappingunum.

Vit skifta eisini orð við aðalskrivaran í FSF um EM-aktuel viðurskifti. Virgar Hvidbro, aðalskrivari, greiðir millum annað frá, at ein nýggj kapping millum evropeiskar smátjóðir fer kanska at lata hurðarnar upp fyri føroyskari luttøku í komandi endaspølum.

Slakir seks tímar

Í sendingini verður EM-pulsurin eisini tikin úti millum fólk. Sendingin øll varir í slakar seks tímar. Suni Merkistein og Kári Annand Berg løgdu til rættis.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525