Hallið á fíggjarlógini 2015 er 139 milliónir kr.

18.12.2014 - 08:25
InnlendisPolitikkur
Hallið á fíggjarlógini 2015 er 139 milliónir kr.
Øll broytingaruppskotini hjá samgonguni vóru samtykt

Fíggjarlógin fyri 2015 er nú endaliga samtykt, og við teimum broytingum, sum samgongan samtykti við triðju viðgerð, verður hallið ikki størri, enn tað var, tá uppskotið varð lagt fyri løgtingið í heyst, umleið 139 milliónir kr.

Meirilutin avgjørdi at flyta 250.000 kr., sum skuldu nýtast til at kanna Landsverk, til Fíggjarmálaráðið.

Meirilutin loyvir Strandferðslluni at flyta 2,7 milliónir kr. til lønir, samstundis sum játtanin hækkar 700.000 kr. sum eru neyðugt fyri at halda hvílitíðarreglurnar.

Hetta er tó ikki nóg mikið, men tað, sum vantar í, verður fíggjað við minni viðlíkahaldi, segði formaðurin í Fíggjarnevndini.
250.000 kr. til ymsar studningar er komnar aftur á fíggjarlógina, og 400.000 kr. eru játtaðar til landsliðsarbeiðið hjá ÍSF.

500.000 kr. eru játtaðar til familjurættarliga økið í Heilsumálaráðnum:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762