Bílig grundstykki og dýr sethús

Bílig grundstykki og dýr sethús
Sunda kommuna hevur selt 25 grundstykki higartil í ár, eftir at hon lækkaði prísirnar. Skyn sigur, at húsasølan gongur eisini væl í Føroyum, men prísirnir eru methøgir
03.09.2026 - 20:32

Í gjár boðaði Sunda kommuna frá, at tað loysti seg at lækka grundstykkjaprísirnar. 

Í fjør seldi kommunan tvey grundstykki, men síðani desember, tá fermetraprísurin lækkaði úr 795 til 495 krónur fermeturin, eru 25 grundstykki seld ymsastaðni í kommununi.

Borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen segði við Útvarpið á middegi, at tað hevur kostað nakað at lækka prísirnar. Tað dýrasta hevði verið at mist borgarar, men nú hevur kommunan fingið fleiri borgarar.

Hann sigur m.a., at kommunan ikki ger mun á grundstykkjum, men hevur samtykt ein generellan prís fyri alla kommununa. Nøkur fá grundstykki eru eftir. Nú fer kommunan at gera útstykkingar í øllum bygdum í kommununi, segði altso Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri í Suna kommunu.

Hoyr innslag úr Útvarpstíðindunum á middegi her.

Húsprísirnir seta met
Meðan tað gongur væl hjá Sunda kommunu at selja grundstykki, so gongur væl at selja hús í Føroyum. Tað sigur sjtórin í Skyn. Men í mótsetning til grundstykkini í Sunda kommunu, so eru bústaðarprísirnir hægri enn nakrantíð.

Stórur munur er á bústaðarprísunum kring landið, sum vit síggja á myndini her. Vit kunnu t.d. nevna, at í Tórshavnarøkinum kosta eini sethús í miðal 4,9 milliónir krónur, triðja ársfjórðing í ár. Í størri bygdum ella býum kosta eini sethús 2,6 milliónir krónur. Men í Sandoy og Suðuroy kosta eini sethús bara 1,7 milliónir krónur. Tað er ein lítil brotpartur av tí, sum tey kosta í Havn.

Sjálvt um prísirnir hækka í øllum landinum, so dýrka allir bústaðir ikki líka nógv.

- Um vit taka økið er í Havnini, so er prísurin hækkaður við 11 prosentum, taka vit íbúðir í miðstaðarøkinum, so er tað 8 prosent, og kring landið er tað millum 1 og 5 prosent.

Aldurin hevur eisini nakað at siga fyri prísin.

- Hyggja vit eftir teimum størru bygdunum og býunum uttanfyri Havnina, so er príshækkingin bara verið 1, kanska 2 prosent. Men hyggja vit eftir teimum yngru húsunum, so eru vit heilt uppi á 20 prosentum. Tað sigur nakað um, at fólk gjalda meiri fyri tey í gásareygum góðu húsini.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595