Vaktarskifti hjá Ítróttasambandinum

Vaktarskifti hjá Ítróttasambandinum
Merkisdagur var hjá Ítróttasambandi Føroya fyri kortum, har aðalskrivarin síðstu níggju árini alment takkaði fyri seg, og nýggjur aðalskrivari nú er við róðrið
Ítróttasamband Føroya
ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen (t.v.), saman við Peturi Mittún og Maritu Debess Magnussen
17.08.2026 - 20:35

Um vikuskiftið tók Marita Debess Magnussen alment við sum aðalskrivari hjá Ítróttasambandi Føroya, og Petur Mittún takkaði fyri seg.

Marita Debess Magnussen hevur annars verið í starvinum síðan í mai. 

Petur Mittún hevur hjálpt til í skiftistíðini. Hann var fyrsti aðalskrivarin hjá ÍSF og røkti starvið í níggju ár. Tíðarskeiðið hann stóð á odda fyri umsitingini hjá ÍSF hava millum annað strategi, ítróttafagnaður, ítróttating og skúlaleikir sæð dagsins ljós.

Persónliga er hann glaður fyri nýggju úrvalsskipanina og tað, at tað eydnaðist at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya.

Marita Debess Magnussen hevur nú sitið í nýggja starvinum í nakrar mánaðir, og nógv er at gera í alsamt skiftandi føroyska ítróttaheiminum. Millum stóru avbjóðingarnar eru oyggjaleikirnir næsta summar og royndin hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini IOC.

3-2 tosaði við Maritu Debess Magnussen og Petur Mittún í samband við móttøku hjá ÍSF.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572