Skifta annan kupulin á Sornfelli

Skifta annan kupulin á Sornfelli
Annar kupulin á Sornfelli er tikin niður og í komandi viku byrjar arbeiðið at seta nýggjan upp
14.07.2026 - 19:23

Annar kupulin á Sornfelli er tikin niður og í komandi viku byrjar arbeiðið at seta nýggjan upp. Tann gamli var sera slitin og danska verjan setti sum treyt, at skuldi leigusáttmáli gerast um nýggjan eftirlitsradara, skuldi nýggjur kupul setast upp.

Landsverk og Forsvarets Etablissament- og terrænkommando hava gjørt leigu- og samstarvssáttmála um nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli og ein av treytunum var, at nýggjur kupul skuldi setast upp. Tað vísa skjøl úr fíggjarnevndini. Enn er ov tíðliga at siga, hvat tað fer tað kosta tilsamans, men beinleiðis kostnaðurin av nýggja kuplinum og uppsetan er umleið 8 mió kr. - 4 mió kr úr vanliga 'budgettinum' hjá Landsverki og hinar fýra milliónirnar er komnar við eini eykajáttan, sum farna løgting avgreiddi sum tað síðsta áðrenn valið í mars. 

Tannn nýggi kupulin er úr harðari tilfari enn tann gamli og stendur eftir ætlan liðugur síðst í august. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558