Vestmanna bert umboðað í barnaróðrinum

Vestmanna bert umboðað í barnaróðrinum
Í Vestmanna liggur vaksnamannakappróðurin í tungum sjógvi, og ongin bátur er mannaður. Betur sær út í barnaróðrinum, har fýra manningar eru við
Jan Herman Hansen/RSF
09.07.2026 - 11:37

Vestmanna hevur ongan bát við hjá teimum vaksnu í FM-kappróðrinum í ár. 

Í barnaróðrinum sær betur út, har fýra manningar eru við.

 - Vit høvdu nakrar bátar í fjør. Tað er áhugi, men tað er har, tað steðgar. Vit mangla at fáa manningarnar umborð á bátarnar, segði Bjarki Joensen, formaður í VÍF-kappróðri.

Hann heldur, at tað hevur týdning at økja um trivnaðin í felagnum, so tær barnamanningarnar, sum rógva í løtuni, fara at manna bát til FM-kappróður seinni, tí tað er spell, at Vestmanna ikki er við yvirhøvur í vaksnamannaróðrinum.

 - Tað er serstakliga óheppi. Vit hava 10-mannafar og 6-mannafar og 5-mannfør, so bátarnir eru har, segði formaðurin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572