Feløgini fjálga um barnaróðurin

Feløgini fjálga um barnaróðurin
Barnaróðurin er vorðin ein stórur og týðandi partur av føroyskum kappróðri, og tí syrgja feløgini eisini fyri, at børnini hava góðar og hóskandi umstøður
Jan Herman Hansen/RSF
07.07.2026 - 17:22

Føroysku kappróðrarfeløgini leggja nógv fyri, og týðandi partur av virkseminum er barnaróðurin.

Nógv fólk skal til fyri at manna bátarnar, og barnaróðurin verður mettur at vera týðandi liður í royndini  at útvega sær nýtt fólk.

Tí syrgja feløgini eisini fyri, at børnini hav góðar og hóskandi umstøður.

 - Tey hava sama týdning sum øll onnur fyri at fáa manningar aftur, tá tey fara upp í 1000 metrar. Sjálvandi eru tað nøkur, sum fella frá, men vit gera nógv fyri at halda teimum til og fáa tey at trívast, segði Sigrid Dalfoss Kærbech, forkvinna í Vágs Kappróðrarfelag.

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fýra manningar í barnaróðrinum í summar, og fleiri eru á bíðilista. Felagið ger nógv fyri barnamanningarnar, men ansar eisini væl eftir teimum.

 - Tey eru børn, og skulu sleppa at vera børn, men annars fáa tey somu viðferð. Tey hava sama venjara og fáa somu sømdir, sum tey vaksnu eisini fáa, segði Sonja Kjølbro, sum er forkvinna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659