ÍSF setur ferð á arbeiðið fyri IOC-limaskapi

ÍSF setur ferð á arbeiðið fyri IOC-limaskapi
Nýggjur arbeiðsbólkur skal kanna møguleikarnar fyri føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku nevndini, IOC.
19.06.2026 - 19:24

Føroyar søktu longu í 1984 um limaskap í Altjóða Olympisku nevndini. Men hóast fleiri royndir at fáa málið á breddan aftur, er umsóknin framvegis ikki viðgjørd.

Nú hevur ÍSF sett ein arbeiðsbólk við Una Holm Johannesen á odda, sum skal arbeiða við málinum og kanna møguleikarnar fyri føroyskum IOC-limaskapi.

Málið hevur fingið nýggjan aktualitet í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum hjá føroysku hondbóltslandsliðunum.

Svimjarin Pál Joensen og hondbóltsspælarin Óli Mittún eru millum tey, sum vísa á týdningin av at sleppa at kappast á størsta ítróttarpallinum undir føroyskum flaggi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558