Bergtór vann sítt fyrsta FM

Bergtór vann sítt fyrsta FM
Bergtór Thorsteinsson var bestur, tá FM í triatlon var í dýrdarveðrinum í Runavík sunnudagin, men hann fekk harða kapping frá einum veterani
Andrei Antal/SST
Bergtór Thorsteinsson vann FM, Andrass Joensen (t.h.) var nummar tvey og Erik Neshamar (t.v.) var nummar trý
16.06.2026 - 15:50

Bergtór Thorsteinsson úr Troy kom fyrstur á mál, tá FM-kappingin í triatlon var á eystanstevnu, men hann fekk harða kapping frá veteraninum Andrassi Joensen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag.

Bergtór Thorsteinsson, sum vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð, brúkti 2.08.22 tímar upp á teinin, og Andrass Joensen kom á mál umleið hálvan annan minutt seinni. Nummar trý var Erik Javier Neshamar.

Tey 12, sum kappaðust, svumu fyrst 1.500 metrar í Bylgjuni. Síðani varð skift til súkkluna, og teinurin úr Runavík til Rituvíkar skuldi súkklast fýra ferðir - tilsamans 40 kilometrar. At enda skuldu íðkararnir í renniskógvarnar at renna fimm ferðir runt um Innara vatn á Toftavatni; ein 10 kilometra langur teinur.

Íðkararnir lótu sera væl at vakra teinum og frálíka veðrinum síðsta leygardag, og fleiri áskoðarar vóru eisini komnir út í Rituvík og við Toftavatn at stuðla.

Bert tvær kvinnur kappaðust. Sigrid Bjartalíð úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag vann, meðan Noomi Kunoy Heradóttir úr Troy var nummar tvey.

 


Sigrid Bjartalíð vann føroyameistaraheitið hjá kvinnum, men hon hevði bert Noomi Kunoy Heradóttir (Mynd: Andrei Antal/SST)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815