Bjarki og Mia føroyameistarar í amboðsfimleiki

Bjarki og Mia føroyameistarar í amboðsfimleiki
Bjarki Johannesen og Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag vunnu samanlagt, tá føroyameistarakappingin í amboðsfimleiki var um vikuskiftið
Føroya Fimleikasamband
Mia Højgaard vann á Marin Danielsen og Ronju Johannensen samanlagt til FM í amboðsfimleiki
02.06.2026 - 09:38

Bjarki Johannesen og Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag vunnu føroyameistaraheitið í amboðsfimleiki, sum var í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.

Hjá monnum var Bjarki Johannesen nógv bestur. Hann vann gólv, ringar, lop, barr og rekk og var næstbestur í beinsveiggi. Tað gav íðkaranum úr HF 68.050 stig samanlagt frammanfyri  Ara Poulsen úr Støkk (59.000) og Bjarta Skylv Hansen úr HF (53.400).

Kappingin um samanlagda sigurin hjá kvinnum var munandi harðari. Har vann Marin Danielsen lop og gólv, Ronja Johannesen vann á bitanum og Mia Højgaard var best á barr. Allar tríggjar eru í Havnar Fimleikafelag.

Tað var kortini Mia Højgaard, sum fór avstað við all around-gullinum. Hon fekk 44,249 stig frammanfyri Marin Danielsen (42,049) og Ronju Johannesen (40.082).

Hjá kvinnunglingum vann Oddvør Alberta Kimsdóttir úr HF, meðan Ási Arnoldson úr Støkk var bestur hjá mansunglingum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Meira um sama evni