Kortini eru blandað av nýggjum

Kortini eru blandað av nýggjum
Fyrsti 10-mannafarsróðurin verður skotin í gongd um tvær vikur á norðoyastevnu. Havnarbáturin og Klaksvíkingur eru við aftur, meðan Ormurin langi aftur setir føtur í bekk
Jan Herman Hansen/RSF
Sum vanligt eru fólk spent til ársins fyrsta 10-mannafarsróður. Hendan myndin er frá ólavsøku í fjør, tá Havnarbáturin tryggjaði sær FM
19.05.2026 - 15:51

Tríggir kendir bátar verða við, tá fyrsti 10-mannafarsróðurin verður skotin í gongd um tvær vikur á norðoyastevnu, men tær tríggjar manningarnar eru allar onkursvegna nýggjar ella rógva í nýggjum samanhangum.

Á Klaksvíkingi er ein maður komin av Eiði og tveir av Havnarbátinum, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, meðan suverena 8-mannafarsmanningini á Ørvi (HR) hevur sett seg í Havnarbátin, har teir ætla at verja gullið.

Triði báturin er Ormurin langi, sum var meistari, áðrenn klaksvíkingar tóku ræðið. Har er manningin væl blandað og ætlar sær at bjóða hinum av.

Sí samrøður við allar tríggjar bátsformenninar í innslagnum omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762