Útlit fyri herdari kapping um brennievni

Útlit fyri herdari kapping um brennievni
Oljufelagið Krafta sigur seg vera til reiðar at vera heilsølulið um brennievni til bilar
Krafta hevur tveir oljutangar á Hulki.
18.05.2026 - 11:03

Smápartafelagið Thomsen í Hvalvík, sum longu er farið at selja gassolju til húsarhald, er eisini áhugað í at fara uppí kappingina at selja brennievni til bilar - um nakar veitari er.

Og oljufelagið Krafta sigur seg vera til reiðar at verða heilsølulið

- Tað ber til at finna út av tí, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta, sum í fjør summar fór upp í kappingina um í fyrsta lagi at selja gassolju til skip.

Men felagið er eisini heilsøluveitari av gassoljuni, sum Thomsen selur húsarhaldunum, og kann haraftrat veita aðrar oljuúrdráttir, um tað skal vera, sigur Rói Kalsø.

Sum er, hevur Krafta tveir stórar goymslutangar á Hulki, ið rúma tilsamans fimm milliónir litrar. Men teir verða brúktir til gassolju, og skal heilsøluvirksemið víðkast til eisini at umfata bensin og diesel, verður helst neyðugt at byggja út.

Sí innslag í Degi og viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762