Ætla at finna allar føroyingar yvir 40 ár sum hava Diabetes 2

Ætla at finna allar føroyingar yvir 40 ár sum hava Diabetes 2
"Okur hava eitt ár at gera kanningar í, og okur miðja eftir at hava 18-20.000 í hesum aldursbólki við," sigur Bára Randrup Joensen, lækni og PhD-lesandi
Bjarki Thomsen
Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbeiðinum saman við granskingarhjálparum
06.05.2026 - 13:40

Hesar dagarnar lendir ein innbjóðin í Mín Boks hjá øllum føroyingum yvir 40 ár.

Ætlanin er at finna øll tey, sum hava diabetes 2, sum er ein vaksandi sjúka um allan heim.

Hetta ein roynd at fyribyrgja fylgisjúkum.

Tað eru 27.225 fólk yvir 40 ár í Føroyum.

Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri verkætlanini í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum, Steno gransking, Diabetesfelagnum og familjuni Sólrun og Poul Michelsen.

 

Vóna at fáa 18-20.000 við

Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbeiðinum saman við granskingarhjálparum.

"Tað er ein ambitiøs ætlan. Okur hava eitt ár at gera kanningar í, og okur miðja eftir at hava 18-20.000 í hesum aldursbólki við," sigur Bára Randrup Joensen, lækni og PhD lesandi. 

Diabetes 2 er vaksandi um allan heim. 

"Diabetes 2 kemur ofta sníkjandi yvir longri tíð, og kann hava við sær ógreið sjúkueyðkenni. Tað er ein sjúka, sum hevur nógvar fylgisjúkur. Okur vita tað, at 35 prosent hava longu fingið nakrar av teimum fylgisjúkunum, tá tey fáa staðfest diabetes 2. "

 

Men at kanningin verður gjørd nú, merkir ikki, at vit í Føroyum eru meira útsett enn aðrastaðni...

Kanningararbeiðið, sum nú er farið í gongd, kann - yvir tíð - vera við til at minka um trýstið í sjúkrahúsverkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762