Samandráttur: Kyndil ein dyst frá meistaraheitinum

Samandráttur: Kyndil ein dyst frá meistaraheitinum
VÍF var á odda mestsum alla triðju FM-finaluna ímóti Kyndli á Hálsi í Havn, men síðstu minuttirnar vendi heimaliðið dystinum og er nú ein dyst frá meistaraheitinum
Bjarni Árting Rubeksen
04.05.2026 - 15:49

Leingi sá út til, at VÍF fór at taka Kyndil á bóli á Hálsi í Havn og vinna triðja dystin í FM-finalurøðini millum feløgini bæði. 

Heilt til bert tríggir minuttir vóru eftir at spæla, vóru vestmenningar frammanfyri, men tá alt skuldi avgerast, var Kyndil hvassari og vann við tveimum. 

Mikukvøldið kunnu tær grønu tryggjað sær meistaraheitið við sigri í Vestmanna í fjórðu finaluni. Vinnur VÍF hinvegin, skal alt avgerast í Havn næsta vikuskiftið.

 

Høllin á Hálsi (SMS-deildin, 3. FM-finalan)

Kyndil - VÍF, 29-27 (12-17)

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Joan Johannesen 6, Bára Krossteig Hansen 4

Toppskjúttar, VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 13, Gunnvá Bárðardóttir Nielsen 4

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762