Kyndil stríddi seg framvið treisku vestmenningunum í fyrstu FM-finaluni

Kyndil stríddi seg framvið treisku vestmenningunum í fyrstu FM-finaluni
Kyndil vann fyrstu FM-finaluna á VÍF á Hálsi í Havn, men tað tók sína tíð at sleppa undan treisku vestmenningunum
27.04.2026 - 18:13

Kyndil vann við tveimum málum ímóti VÍF í fyrstu FM-finaluni í SMS-deildini í høllini á Hálsi sunnudagin.

Munurin var seks í løtum í seinna hálvleiki, og tí var sigurin tryggari enn endaliga úrslitið ber boð um, men tað tók sína tíð hjá Kyndli at sleppa undan treisku vestmenningunum. 

Eina løtu í fyrra hálvleiki var VÍF frammanfyri við einum, áðrenn Kyndi javnaði og fór trý framum beint fyri steðgin.

Síðstu 10 minuttirnar av dystinum skifti Kyndil nógv út, meðan vestmenningar noktaðu at seta ferðina niður, og tí endaði dysturin 29-27.

 

Høllin á Hálsi (SMS-deildin, 1. FM-finalan)

Kyndil - VÍF, 29-27 (16-13)

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 12, Bára Krossteig Hansen 6, Silja Geirsdóttir Eystberg 5

Toppskjúttar, VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 8, Durita Christophersen Jojic 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Liljan Muller 3

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762