Hamar aftur á toppin

Hamar aftur á toppin
Kvinnurnar hjá Hamar steðgaðu fimm ára longu sigursrøðini hjá Sporðdrekanum, tá tær vunnu dyst tvey í finalurøðini eftir longda leiktíð og tryggjaðu sær FM-heitið
14.04.2026 - 10:56

Hamar er aftur ovast á føroyska kurvabóltstoppinum fyri kvinnur.

Um vikuskiftið steðgðu tær fimm ára longu sigursrøðini hjá Sporðdrekanum við at vinna dyst tvey í finalurøðini um FM-heitið.

Tær grønu høvdu sigur í fyrsta dystinum við sær í skjáttuni, tá liðini brustu saman aftur á Argjahamri, men nógv skuldi til, áðrenn veteranurin Sigrid Midjord slapp at lyfta steypið.

Vanliga leiktíðin endaði 55-55, og so var farið út í longda leiktíð, og nervarnir sótu uttaná. Liðini skoraðu mestsum bara upp á fríkøst, sum sótu rættiliga væl - serliga hjá Hamar, og tá klokkan segði 00.00 vóru tær grønu trý stig frammanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164