FOYTT VAL: Tobbi liggur við "landstreymi" á Landssjúkrahúsinum

FOYTT VAL: Tobbi liggur við "landstreymi" á Landssjúkrahúsinum
Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein borðreiða við Foytum vali her upp til løgtingsvalið. Í dag vitjaðu teir Tobba, ið endaði á Landssjúkrahúsinum sunnudagin
Eyðun Muller Thomsen
16.03.2026 - 21:32

Borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, hevur sæð betri dagar. Tobbi endaði nevniliga á Landssjúkrahúsinum eftir at hann hevði hildið Grækarismessurøðu í Havn sunnudagin. 

"Hetta byrjaði fyri einari viku síðani við eitt sindur av pínu í høgra arminum, og nú er armurin steindeyður," greiddi Tórbjørn Jacobsen frá, tá Foytt val vitjaði hann á Landssjúkrahúsinum.

"Tað er onkur infektión, ið hevur tikið valdið á arminum. Eg havi øgiliga pínu í høgru hondini, ið er dupult so stór sum hin."


Foytt val hevði tikið ein Grækarismessukaku við til Tobba

 

Plan B

Tobbi lá við droppi, ella landstreymi, sum Kári Sólstein tók til. 

"Tað, ið teir hava roynt at spræna inn í meg, hevur ikki riggað, so nú eru teir farnir í holt við eina plan B.

Hóast støðan ikki var nakað serlig, so var lagið tó gott á fyrrverandi lands- og løgtingsmanninum av Glyvrum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343