Samandráttur: Høvdu kjansirnar at javna eftir steðgin

Samandráttur: Høvdu kjansirnar at javna eftir steðgin
Føroysku fótbóltskvinnurnar taptu 2-0 fyri Grikkalandi í fyrsta HM-undankappingardystinum í nýggju kappingini, men Føroyar høvdu stórar kjansir at javna eftir steðgin
Jóhanna Thomsen/FSF
Sólja Ernstdóttir fekk ein stóran kjans at javna í seinna hálvleiki
09.03.2026 - 15:39

Talan var um tveir ymiskar hálvleikir, tá Føroyar taptu 2-0 fyri Grikkalandi í fyrsta dystinum í nýggju HM-undankappingini. 

Heimaliðið fekk eitt bíligt brotsspark longu í fyrsta minutti, og Veatriki Sarri setti bóltin í netið. Føroysku kvinnurnar fingu kanska ein hvøkk av tí sama, og heimaliðið sat á øllum í fyrra hálvleiki.

Grikkaland hevði eisini nakrar stórar kjansir at økja, men komu ikki nærri enn eitt skot á stongina.

Í seinna hálvleiki komu Føroyar fyri seg, og høvdu nakrar kjansir at javna. Teir bestu fingu Ásla Johannesen, sum royndi seg við góðum skoti eftir skjótálop, og innskifta Sólja Ernstdóttir, sum sendi bóltin framvið handaru stong eftir føroyskan deyðbólt.

Bert sekund seinni avgjørdi heimaliðið dystin, tá innskifta Sofia Kongouli fekk eitt frálíkt innlegg úr vinstru síðu og setti bóltin upp í málhornið úr stuttari frástøðu.

Næsti dystur í HM undankappingini verður týsdagin 14. apríl, tá Grikkaland vitjar á Tórsvølli.

 

Theodoros Vardinogiannis (HM-undankapping)

Grikkaland - Føroyar, 2-0 (1-0)

1-0 Veatriki Sarri, 2 min.
2-0 Sofia Kongouli, 78 min.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873