Mjølnir einaráðandi undan FM-finalunum

Mjølnir einaráðandi undan FM-finalunum
Eingin slingur var í valsinum hjá kvinnunum hjá Mjølni, sum vunnu 3-0 á TB og fingu sín trettanda landskappingarsigur á rað. Tær møta SÍ í FM-finalunum í næstum
09.03.2026 - 17:51

Mjølnir taptu fyri Fleyr í ársins fyrsta dysti, men síðan hava norðingarnir gjørt slætt borð í bestu flogbóltsdeildini við kvinnum.

Heimaliðið í badmintonhøllini í Klaksvík hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar av TB og vann sannførandi 3-0 sigur.

Útiliðið bjóðaði kortini av í 2. setti, tá TB spældi seg til tveir settbóltar, men Mjølnir yvirlivdi og vann 30-28.

So var einki eftir í tanganum hjá TB, og heimaliðið vann sannførandi í 3. setti og dystin, sum vann hin 13. landskappingarsigurin á rað.

Mótstøðuliðið hjá kvinnunum úr Mjølni í finalunum um FM-heitið verður eins og hjá monnunum SÍ. Liðini hittast í eini aðalroynd mikukvøld.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873