Vár heimsmeistari við nýggjum heimsmeti

Vár heimsmeistari við nýggjum heimsmeti
Vár Guriardóttir Hansen gjørdi aftur bart, tá HM í innirógving var um vikuskiftið. Hon vann heimsmeistaraheitið og bøtti um heimsmetið, sum hon átti longu frammanundan
Jan Herman Hansen/RSF
02.03.2026 - 16:35

Tað kundi ikki gingið betur, tá Vár Guriardóttir Hansen royndi seg ímóti teimum bestu í at rógva so langt sum gjørligt upp á ein minutt.

Hon átti longu heimsmetið frammanundan, og málið til HM-kappingina um vikuskiftið var greitt. Hon vildi vinna og bøta um metið, sum var 366 metrar.

Vár Guriardóttir Hansen lá á 2. plássi eina løtu, men mótstøðukvinnurnar kláraðu ikki at fylgja við leingi, og tá eksplosivi føroyingurin fór um mállinjuna, stóðu 368 metrar á skerminum.

HM-heitið og nýtt heimsmet til Vár Guriardóttir Hansen.

Føroysku rógvararnir vunnu tilsamans trý gull, tvey silvur og trý bronsuheiðursmerki til HM-kappingina hesa ferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164