Fagnaðurin 25: Anja framdi ársins comeback

Fagnaðurin 25: Anja framdi ársins comeback
Anja Eydnudóttir hevði ikki hildið í boganum síðan gullregnið í Gotlandi í 2017, men átta ár seinni framdi hon ársins comeback í Orknoyggjum við fýra gullmerkjum
08.02.2026 - 17:11

Átta ár vóru síðan síðst, men tað sást ikki á skjótibreytini á Orknoyggjum. 

Anja Eydnudóttir vann fimm gull á leikunum á Gotlandi í 2017, og eftir átta ára langan steðg hevði hon leitað sær bogan framaftur. Longu í fyrstu kappingini kom fyrsta gullið. Tað var ein stór løta fyri skjúttan. og føroyska bogaskjóting. 

 - Oh my God, hon var óverulig. Í akkurát tí kappingini vil eg ikki vita úrslitini, tí so gangi eg og hugsi um, at so má eg fáa tað og tað, og tað riggar fínt hjá mær, sigur Anja Eydnudóttir eitt hálvt ár eftir leikirnar. 

 - Men so stóð onkur og rópti aftanfyri meg og sigur 'Anja, tær nýtist ikki at skjóta teir síðstu pílarnar. Tú hevur vunnið allíkavæl', og tað anaði eg ikki. So tá fór eg upp at ristast.

 

Nýggjur bogi - nýggj mál

Eingin orsøk var kortini at vera risthent. Við tilsamans fýra gullmerkjum og einari silvur skeyt hon næstan eins væl og í Gotland á sinni. Nú hevur hon keypt sær spildurnýggjan boga, og við honum koma nýggj mál.

 - Bara tað, at eg eri byrjað aftur, er ordiliga deiligt. Tað er gott fyri mína sál, sigur Anja Eydnudóttir.

 - Eg ætli mær at royna EM uttandura, sum verður í Turkalandi í mai. Mær dámar betri at skjóta uttandura. 

Eins og fleiri av hinum føroysku íðkarunum hevur hon sera góðan hug at skjóta á oyggjaleikunum í Føroyum næsta ár, og tá ætlar hon sær uppaftur á fimm gull.

 - Tað vil eg hopa. Nú havi eg hug til at seta mær tað málið, at tað skal vera fimm, sigur bogaskjúttin.

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337