Felags lønarkarmur fyri 12 fakfeløg undirskrivaður

Felags lønarkarmur fyri 12 fakfeløg undirskrivaður
Felags lønarkarmur er í dag undirskrivaður fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Tólv fakfeløg eru samd um eina skipan, har lønarvøksturin fylgir bæði prísvøkstri og framleiðslumegi
05.02.2026 - 19:55

12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum undirskrivaðu avtalu, sum setir ein felags lønarkarm frá 1. oktober 2025 til 30. september 2026 - við einum lønarvøkstri upp á 3,87 prosent. 
Karmurin er roknaður út frá miðal vøkstri í framleiðslumegi seinastu fimm árini og prísvøkstri tey seinastu trý árini. 

Hetta merkir, at almenni arbeiðsmarknaðurin nú beinleiðis verður knýttur at gongdini í búskapinum.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at endamálið er at skapa ein haldføran leist, har realur lønarvøkstur og búskaparlig ábyrgd ganga hond í hond.

Formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, leggur dent á, at hetta er fyrstu ferð, at so nógv fakfeløg standa saman um ein felags lønarkarm. Fyri framman standa nú sáttmálasamráðingar, har tey 12 fakfeløgini hvør sær skulu samráðast um sín egna sáttmála - innanfyri teir karmar, sum semja nú er um.

Eitt av fakfeløgunum, sum skrivaði undir avtaluna í dag, er Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Felagið heldur, at karmurin gevur tryggleika og er vegurin fram fyri framtíðar samráðingar.

Fíggjarmálaráðið sigur, at endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm: 

·       Starvsfelagið
·       Akademikarafelag Føroya
·       Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
·       Yrkisfelagið Miðnám
·       Farmakonomar
·       Kost- og Føðslufelagið
·       Yngri læknar Føroyar
·       Heilsurøktarafelagið
·       Føroyskir Fysioterapeutar
·       Føroya Tekniska Lærarafelag
·       Ljósmøðrafelag Føroya
·       Pharma Danmark

Les avtaluna um felags lønarkarm her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176