Kvinnusøga í Klaksvík

Kvinnusøga í Klaksvík
Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík skal nú eisini snúgva seg eins nógv um kvinnurnar
Fotografur: Gestur Lómstein
23.01.2026 - 21:13

Vit kenna kanska endurskapta Biskupsstøðgarðin í Klaksvík sum garðin hjá Poul P. Nolsøe ella Nolsoyar Pálli.

Nú skal garðurin snúgva eisini snúgva seg um søguna um Marin Malenu Nolsøe, konu Nólsoyar Páll.

- Endamálið er at heiðra kvinnurnar, sum tóku sær av garðinum, sigur Mimmy Vágsheyg, fyriskipari.

Í gamla garðinum ber m.a. til at síggja vafflujarnið hjá Marin Malenu og kókibókina hjá Apoloniu, dóttir Marin Malenu og Nolsoyar Páll.

Marin Malena átti ein lut í upprunaliga Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík, greiðir Jóan Pauli Joensen, professari í fólkalívsfrøði, m.a. frá í innslagi í Degi og viku.

Les eisini um arbeiðið hjá Marin Malenu Nolsøe við at breiða út koppingarevni fyri pokur fyrst í 1800-talinum og arbeiðið við veving í Føroyum.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117