Samandráttur: Tepurt tap fyri slovenum sendi Føroyar út úr EM

Samandráttur: Tepurt tap fyri slovenum sendi Føroyar út úr EM
Føroyar vóru frammanfyri við tveimum málum beint eftir steðgin, men Slovenia vóru eitt stig hvassari, og til endans vóru royndirnar á muni í 30-27 tapinum
20.01.2026 - 22:28

Føroyska manslandsliðið gavst ongantíð at stríðast, men mátti sanna, at Slovenia var betra liðið í Unity-leikhøllini í Oslo.

Tepra 30-27 tapið merkti, at dreymurin um EM-miðumfar ímóti millum annað Íslandi og Svøríki í Malmø brast, men spælarar og tey túsundtals viðhaldsfólkini úr Føroyum takkaðu hvørjum øðrum fyri avrikið og lovaðu at síggjast aftur eina aðru ferð.

Montenegro, sum næstan eins væl kundi latið vera við at møtt upp ímóti Sveis, ið vann við 17, munnu hvørki spælarar ella viðhaldsfólk hava hug at síggja aftur í bræði.

Nú hyggja føroyingarnir fram ímóti HM-endaspælinum um eitt ár. 3. plássið í EM-bólkaspælinum merkir, at Føroyar verða í ovara styrkisbólkinum til lutakastið til playoff-dystirnar í mai, og øll segl verða ivaleyst sett fyri at røkka kappingini um heimsmeistaraheitið.

 

Føroyar - Slovenia, 30-27 (16-15)

Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 4, Leivur Mortensen 2, Vilhelm Poulsen 2, Teis Horn Rasmussen 2, Allan Norðberg 1

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744