Bjargingarmaðurin Vilhelm: Fantastiskt at fáa síðsta málið

Bjargingarmaðurin Vilhelm: Fantastiskt at fáa síðsta málið
Føroyingar hildu ondini, tá Vilhelm Poulsen fekk bóltin í evstu løtu. Frá spískum vinkli eftir gjøgnumbrot á markinum til trok, skoraði bakkurin og tryggjaði Føroyum janvleik
16.01.2026 - 23:28

Um tú skuldi valt onkran á føroyska hondbóltslandsliðnum at geva ein avgerandi málkjans í evstu løtu við javnleiki upp á spæl, ja, so hevði Vilhelm Poulsen neyvan verið ovastur á listanum.

Við allari virðing er tað serliga fyri verjuspælið í heimsflokki, at Hannover-Burgdorf-bakkurin er kendur er virdur. Skotini í gjøgnumbrotsstøðu hava verið heldur misjøvn gjøgnum árini. 

Hvussu er og ikki, so var tað júst Vilhelm Poulsen, sum fekk avgerandi kjansin ímóti Sveis, og hann gjørdi ikki mætari enn at javna til 28-28 og tryggjað Føroyum annað stigið í fyrsta EM-dystinum í kappingini.

 - Tað følist fantastiskt at fáa síðsta málið og javnleikin. Eg varð eitt sindur nervøsur, tá teir fóru út at hyggja at video, um teir fóru at døma álopsfeil ella ikki, men tað helt eg ikki, tað var, segði Vilhelm Poulsen eftir dystin.

Føroyar vóru í sera góðaru støðu miðskeiðis í seinna hálvleiki, so í mestsum vónleysari støðu við lítlari tíð eftir og til endans í gleðisrúsi eftir bjarging frá Paula Jacobsen og avgerandi málinum frá stinna bakkinum í høgru.

Sunnudagin bíðar Montenegro Vilhelmi Poulsen og hinum føroyingunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252