Eldraráðsval: Fyrsta talgilda val í Føroyum

Eldraráðsval: Fyrsta talgilda val í Føroyum
Í gjár var fyrsta talgilda valið í Føroyum. Tað var eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu, sum fór fram umvegis Vangan. Jóhan Carl Dam var toppskorari og er væl nøgdur við valið
16.12.2025 - 19:24

Tá tað er val, eru vit von við at seta krossin við blýanti, og at onkur telur bunkar, men hetta valið fór øðrvísi fram. Tað var fyrsta talgilda valið í Føroyum. Fólk kunnu atkvøða umvegis Vangan. 

Jóhan Carl Dam fekk nógv flestar atkvøður. Hann fekk 688 atkvøður. Tað er hann ógvuliga glaður fyri og er fúsur at fara til verka. Eldraráðið hittist aftan á nýggjár. 

Les meira: Jóhan Carl toppskorari á eldraráðsvalinum

Tórshavnar kommuna er nøgd við hendan talgilda leistin. Tað sigur Eyðfríð Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu: "Sambært veljarunum var tað ómakaleyst at velja, og tey vóru væl nøgd. Møguliga er tað orsøkin til, at valluttøkan var hægri, enn hon plagar at vera. Síðst var hon umleið 45%, og hesa ferð var vallutøkan 49,6%", sigur Eyðfríð Jacobsen. 

Hetta er ikki síðstu ferð, at Tórshavnar kommuna hevur eitt talgilt val. Eins og tey hava eitt eldraráð, vilja tey hava eitt ungdómsráð. Í vár fara tey at skipa fyri ungdómsráðsvali, og tá fara tey at brúka somu talgildu skipanina.

Tað eru Talgildu Føroyar, sum hava ment skipanina, sum borgararnir atkvøddu við á Vanganum.

Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum, var gestur í sjónvarpsstovuni.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738