Súna: - Hetta er ikki seinastu ferð vit eru til HM

Súna: - Hetta er ikki seinastu ferð vit eru til HM
Súna Krossteig Hansen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at seta punktum við sigri á Íslandi, men var somuleiðis errin av avrikinum hjá Føroyum til HM
06.12.2025 - 21:41

Súna Krossteig Hansen var avgjørd, tá hon var spurd, um avrikið hjá Føroyum undir HM-endaspælinum, gevur henni og liðfeløgunum blóð upp á tonnina.

 - Ja! Hetta er ikki seinastu ferð, vit eru til HM, segði bakspælarin, sum hevur víst seg fram við fleiri góðum avrikum í teimum seks dystunum, sum Føroyar hevur spælt í Trier og Dortmund.

Í ósigrinum fyri Íslandi leygardagin, skoraði hon seks ferðir upp á seks royndir og vann eisini Føroyum brotskøst. Tað rakk tíverri ikki til sigur, sum hevði sent Føroyar upp á triðja pláss í bólkinum og eitt samanlagt pláss ímillum níggju og 12 í heimsmeistarakappingini.

 - Eg eri ræðuliga skuffað. Tað er ræðuliga kensuborið, at vit seta hetta sum seinasta punktum, men eg eri øgiliga errin av tí, vit hava víst fram á hondbóltsvøllinum síðstu vikurnar, segði Súna Krossteig Hansen.

Ísland hevði yvirvág allan dystin, og hóast Føroyar nærkaðust nógv í tveimum førum, eydnaðist ikki at koma upp á javnt. Ísland vann 33-30, og fekk síni fyrstu stig í miðumfarinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523