Skaðiligt tilfar í Eirargarði 2

Skaðiligt tilfar í Eirargarði 2
Skaðiligu og dálkandi evnini, asbest, PCB og tungmetallir eru í skrivstovuhølunum í Eirargarði 2, sum skulu umvælast til lestraríbúðir
17.11.2025 - 19:24

Asbest, PCB og tungmetallir eru í skrivstovuhølunum hjá Heilsumálaráðnum og Almanna- og mentamálaráðnum, Eirargarður 2.

Tað vísir kanning, sum Teknologisk Institut hevur gjørt av bygninginum.

Asbest, PCB og tungmetallir eru skaðilig og dálkandi evni, sum millum annað kunnu vera krabbaelvandi.

Í næstu viku verður endaliga gjørt av, hvat av tilfarinum verður beint burtur, og hvussu tilfarið skal beinast burtur, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Bústaðir taka yvir Eirargarð 2 tíðliga næsta ár. Og stendur tað til Landsstýrið, skulu lestraríbúðirnar standa klárar við lestrarbyrjan í september næsta ár.

Við kanningini eru á leið fýra vikur lagdar afturat umvælingini av Eirargarði 2, men kanningar broyta ikki stórvegis verandi tíðarætlan, sigur stjórin í Bústøðum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762