Vælupplagdur málverji stóran leiklut

Vælupplagdur málverji stóran leiklut
Í Vestmanna vann VÍF ímóti meistaraliðnum Kyndli, í einum jøvnum og spennandi dysti, har heimaliðið var hvassari og vann við góðari hjálp frá einum væluppløgdum málverja
Andrei Antal/VÍF
Brandur Silvurstein stóð ein góðan dyst ímóti Kyndli, og skeyt eisini mál í avgerandi løtuni
17.11.2025 - 18:46

Høllin í Vestmanna (Burn-deildin)

VÍF - Kyndil, 33-31 (12-15)

Toppskjúttar, VÍF: Fríði Holm í Innistovu 6, Filip Jojic 5, Óla Jákup Gaard Olsen 5

Toppskjúttar, Kyndil: Erling Erlendsson 6, Niklas Gaard 6, Simon Højmark Petersen 6

 

Spennandi dystur glapp til VÍF

VÍF vann ein spennandi og javnan dyst ímóti meistarunum Kyndli í Vestmanna. Liðini skiftust um at vera á odda í einum ferðmiklum og til tíðir væl spældum hondbóltsdysti. Síðstu løtuna vóru tað kortini Vestmenningar, sum hildu høvdið kalt.

Heimaliðið er kortini hvassari síðstu minuttirnar. Ikki minst málverjin Brandur Silvurstein, sum umframt týðandi bjargingar, eisini skoraði tvær ferðir, tá hann skeyt í tómt Kyndils-mál. Við sigrinum kom VÍF upp á 10 stig, tvey aftanfyri oddaliðið H71.

Kyndil er nummar trý við átta stigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391