VÍF tók fyrstu stigini frá Kyndli

VÍF tók fyrstu stigini frá Kyndli
Kyndil kom til Vestmanna við fullum stigatali, men sigursrøðin varð brotin av VÍF, sum fekk steðga Turið Arge Samuelsen
17.11.2025 - 18:00

Høllin í Vestmanna (SMS-deildin)

VÍF - Kyndil, 30-30 (15-16)

Toppskjúttar, VÍF: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 8, Sára Sundstein Lagos 5, Fríða Nolsøe Olsen 5

Toppskjúttar, Kyndil: Bára Krossteig Hansen 9, Silja Geirsdóttir Eystberg 7, Joan Johannesen 6

 

Steðgaðu Turið og fingu eitt stig

Tað er langt ímillum, at Turið Arge Samuelsen bert skjýtur tvey mál í einum dysti. Hetta hendi ímóti VÍF í Vestmanna sunnudagin og er helst størsta einstaka orsøkin til, at VÍF steðgaði sigursrøðini hjá Kyndli. 

Dysturin var annars so javnur, sum ein dystur kann vera. Eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki vóru gestirnir á odda við fimm málum, men heimaliðið spældi seg upp á javnt og kundi havt vunnið dystin.  

Kyndil er framvegis fremst, meðan VÍF eltir á 2. plássi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373