Málskjúttin fór í sjokk

Málskjúttin fór í sjokk
- Tað var ein ótrúlig kensla, tá mann skýtur, og mann sær, at bólturin fer í málið ímóti Kroatia. Mann fer í sjokk, segði Géza Dávid Turi, sum skoraði sítt fyrsta landsliðsmál
14.11.2025 - 22:52

 - Tað var ein ótrúlig kensla, tá mann skýtur, og mann sær, at bólturin fer í málið ímóti Kroatia. Mann fer í sjokk, tí tá veit mann, at mann hevur ein kjans at kvalifisera seg (til HM, blaðm).

Tað segði Géza Dávid Turi, sum skeyt sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann við einum avrættaðum skoti av brotsteigarmarkinum legði Føroyar framum í 17. minutti.

Kjansurin vísti seg kortini ikki at vera so stórur. Josko Gvardiol javnaði stutt eftir, eftir ivasamt verjuspæl í føroyska brotsteiginum, og eftir steðgin settu kroatar ferðina upp og skutu tvey mál afturat.

 - Vit tosaðu um tað í hálvleikinum, at mann má ikki lata Modric fáa pláss, tí hann kippar bara bóltarnar aftur um okkum, og hann rakar allar bóltarnar perfekt, segði føroyski málskjúttin, sum annars spældi ein góðan dyst, áðrenn hann varð skiftur út.

Géza Dávid Turi fekk føroyska passið tíðliga í ár, og hevur roynt at vunnið á Manchester United við felagið sínum Grimsby. Afturat tí kemur ein undankapping, sum hóast tað ikki rakk til røkkstøkk-dyst um HM-pláss, hevur verið hin besta hjá Føroyum yvirhøvur.

 - Eg hugsaði um tað, tá eg sat á beinkinum. Hetta hevur verið eitt sjúkt ár hjá mær. Spælt ímóti United, skorað. Spælt ímóti Kroatia, skorað. Mann hevur ikki orð fyri, hvussu heldigur mann hevur verið, segði fyrrverandi víkingaspælarin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525