Venjarin: Brikkarnir skulu leggjast á rætt pláss

Venjarin: Brikkarnir skulu leggjast á rætt pláss
Brandur H. Olsen og Jóannes Kalsø Danielsen teljast millum spælararnar, sum ikki eru tøkir til Kroatia-dystin. Tí má venjarin leggja putlispælið av nýggjum í annaðkvøld
13.11.2025 - 22:06

Tveir av teimum, sum hava verið fastir fúsir á landsliðnum hjá Eyðuni Klakstein, í hesi metundankappingini, eru miðvallarin Brandur H. Olsen og vongverjin í høgru Jóannes Kalsø Danielsen.

NSÍ-maðurin er skaddur, meðan KÍ-maðurin hevur leikbann. Tískil skal venjarin Eyðun Klakstein leggja onkrar brikkar av nýggjum til avgerandi HM-undankappingardystin ímóti Kroatia í Rijeka í annaðkvøld.

LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið

 - Vit sakna teir eitt sindur, sjálvandi gera vit tað, men tíbetur hava vit fleiri møguleikar at manna liðið. Í hesum føri hava vit so tveir ella tríggjar, sum kunnu spæla ein góðan høgra bakk, og vit hava so valt ein, sum vit halda riggar best til hendan dystin, sigur Eyðun Klakstein, sum kortini ikki vil seta navn á fyrrenn dysturin nærkast í morgin.

 - Inni á miðjuni eru vit so eitt sindur skerdir av, at tá Brandur Olsen ikki er við, er Hallur Hansson heldur ikki við, og Noah Mneney var noyddur at geva avboð, so har ruku kanska tríggir sentralir miðvallarar í senn. Men eg haldi, at vit hava funnið eina góða loysn. 

Annars lat venjarin væl at møguleikunum á fleiri øðrum plássum. Viljormur Davidsen og Martin Agnarsson eru í harðari kapping um plássið á vinstra vongbakki, meðan fleiri kunnu byrja á fremsta plássi.

SÍ EISINI: Skulu læsa kroatar inni

Dysturin ímóti Kroatia byrjar klokkan 19.45 fríggjakvøldið, og Kringvarpið byrjar at senda eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166