Lítil ferjulega til Teistan á Syðradali

Lítil ferjulega til Teistan á Syðradali
Ferjulegan á Syðradali er ov trong. Teistin skal avloysa Sam, men avbjóðingar hava verið við ferjuleguni og nýggju rampuni á Syðradali, sum var gjørd til Teistan í summar.
16.10.2025 - 19:25

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan, tá Teistin sunnudagin royndi at leggja at við nýggju rampuna á Syðradali. Ferjan er í løtuni í royndarsigling, áðrenn hon skal taka yvir eftir Sam á Kalsoyarleiðini.

Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali, sá sjálvur, hvussu tað gekk fyri seg, tá Teistin royndi at leggja at. Hann sigur, at fleiri tillagingar framvegis eru neyðugar, hóast arbeiðið við rampuni varð liðugt í august.

Stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni eru um at gera eina størri ferjulegu til Teistan. Royndartíðin skal vísa, um tørvur verður á fleiri ábøtum.

Arbeiðið á Syðradali verður framt av Landsverki, og arbeiðið at gera tillagingar er longu byrjað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891