Fyrrverandi flóttafólk, nú fegnir føroyingar

Fyrrverandi flóttafólk, nú fegnir føroyingar
Tað eru 25 ár síðani fyrstu flóttafólkini komu til Føroya. Familjan úr fyrrverandi Juguslavia, sum býr á Glyvrum, kennir seg sum føroyingar
14.10.2025 - 19:25

Í dag høvdu Tanja Elek og Dusan Jovanovic 25 ára starvsdag á Bakkafrosti, og øll familjan var komin at halda dagin saman við teimum.

Tey komu higar í ár 2000. Flýddu undan kríggi í fyrrverandi Juguslavia, vóru í tvey ár í Danmark, har tey goymdu seg undir jørð, áðrenn tey komu til Føroyar.

- Vit høvdu tørv á arbeiðsfólki, og tey hava roynst væl. Tað hevur stóran týdning, at fólk sleppa at gera nyttu, har tey eru, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Tanja Elek hevur arbeitt í kantinuni tað mesta av tíðini, og Dusan Jovanivic hevur arbeitt á kassavirkinum

- Tað er týdningarmikið at vera nógv millum fólk fyri at integrerast, og vit kenna okkum sum føroyingar, sigur Tanja Elek.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306