Bíligari hjá brúkaranum

Bíligari hjá brúkaranum
Meirvirðisgjald skal nú ikki longur leggjast omaná á epli og grønmeti. Brúkarin fær vøruna bíligari, men bóndin heldur seg ikki fáa nakran fyrimun
13.10.2025 - 19:25

Landsstýrið hevur gjørt av, at grønmeti og epli skulu frítakast fyri meirvirðisgjald. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð týsdagin í næstu viku. 

- Kundin fær vøruna bíligari, men bóndin fær ikki nakað eyka í sín part, sigur Jógvan Jón Petersen, bóndi í Stóru Dímun. 

 

Prísurin er spurningur millum seljara og kunda

Ottar Hentze, bóndi á Sandi, selur eplir og grønt í privatari sølu.

- Prísurin er ein spurningur millum meg og kundan. Góðskan á føroyska grønmetinum er nógv betri enn á tí útlendska, og tí má tað kosta meir, sigur Ottar Hentze.

Bóndahjúnini í Dímun hava lagt seg eftir at selja grønmeti til handlar.

- Vit hava ikki somu møguleikar at koyra út til kundan við vøruni, og tí selja við til handlar. Kundin rindar næstan tvífalt so nógv fyri vøruna, sum vit fáa frá handlinum. Vinningur hjá handlinum og meirvirðisgjald gera, at prísurin næstan tvífaldast, sigur Jógvan Jón Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947