KÍ fekk FM-steypið aftur á Djúpumýru

KÍ fekk FM-steypið aftur á Djúpumýru
Við javnleiki ímóti NSÍ leygardagin staðfestu KÍ-kvinnurnar tað, sum var so gott sum vist síðsta vikuskiftið. Føroyameistaraheitið fór fyri 24. ferð til Klaksvíkar
13.10.2025 - 18:46

Tær høvdu saknað tað - føroyameistaraheitið.

Við javnleikinum ímóti NSÍ á síðsta leikdegi, staðfestu KÍ-kvinnurnar tað, sum longu var so gott sum vist síðsta vikuskiftið. FM-gullið kom til Klaksvíkar fyri 24. ferð.

 - Kenslan er ordiliga góð. Vit hava bíðað eftir hesum, tí vit ikki vunnu í fjør, so nú er tað ordiliga forloysandi endiliga at standa við steypinum aftur, segði Eyðvør Klakstein, sum aftur í ár hevur spælt lyklaleiklut á KÍ-miðvøllinum.

Allan Drost hevur staðið á odda fyri klaksvíkingunum hetta kappingarárið,  sum í roynd og veru hevur verið ein long kapprenning við NSÍ.

 - Øll hava arbeitt knallhart, síðan vit stóðu her fyrsta dagin hin 8. januar. Síðan hava vit ment okkum nógv, og tað sigur ikki so lítið, at vit eftir tvey tap í fimm teimum fyrstu dystunum, spæla teir seinastu 18 uttan at tapa, segði venjarin. 

 - Eg haldi ikki, at orð kunnu lýsa, hvussu glað eg eri, og hvussu gott eg havi tað, segði Sólja Ernstdóttir.

Hon kom av Strondum í 2024, men tað eydnaðist ikki at vinna gull í fyrstu royndini. Tí var svongdin eftir FM-heitinum sera stór hetta kappingarárið. 

 - Hetta merkir nógv. Nú kom eg til KÍ síðsta ár, og tá var einki gull, so vit hava verið uppaftur svangari at fáa tað heim í ár, og hetta følist heilt fantastiskt, segði Sólja Ernstdóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233