Nærkast 100: Jóan Símun Edmundsson síðan 2009

Nærkast 100: Jóan Símun Edmundsson síðan 2009
Frá 18 ára gamla talentinum, sum verður skiftur inn ímóti Fraklandi, til síðhærda veteranin, sum tekur metið ímóti Gibraltar. Vit hava tosað við JSE um minniligu løturnar
13.10.2025 - 19:02

Fyri 16 árum síðan, var ein unglingi, sum júst var fyltur 18, sendur á vøllin tíðliga í einum dysti ímóti Fraklandi, tí Christian Lamhauge Holst hevur fingið ein snudd.

96 landsdystir seinni, var ein síðhærdur veteranur sendur á vøllin í Gibraltar í eini roynd at seta gongd í føroyska álopsspælið. Samstundis tók Jóan Símun Edmundsson metið fyri mest dystir á føroyska manslandsliðnum frá bygdamanninum, Fróða Benjaminsen.

 - Summi plaga at siga við meg, at eg havi hildið meg nokkso ungan og kanska ikki eri broyttur so nógv, men eg síggi, at har er nokkso nógv broytt ígjøgnum - hvat er hetta -16 ár síðan, spyr Jóan Símun Edmundsson.

Eitt sum ikki er broytt, er at Jóan Símun Edmundsson eigur eitt av plássunum, tá føroyski landsliðshópurin skal mannast. Føroyar eiga snøgt sagt ongan, sum spælir á sama hátt sum toftamaðurin við teknikki og yvirliti í kroystum støðum.

Her tosar Jóan Símun Edmundsson um sínar minniligastu landsdystir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506