SSP setur sjóneykuna á happing á netinum

SSP setur sjóneykuna á happing á netinum
1100 næmingar í hádeild frá ymsum skúlum í landinum, vóru í gjár savnaðir til evnisdag hjá SSP mynduleikunum við Tjarnir, um happing á netinum.
09.10.2025 - 19:25

Happing á netinum er ein afturvendandi avbjóðing sigur SSP.  Seinasta trivnaðarkanningin fyri fólkaskúlar í Føroyum frá 2023 vísti millum annað, at 11% kenna verða happaði á netinum.

Tí bleiv skipa fyri einum sokallaðum Tryggari internetdegi.  

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúli, sosialir myndugleikar og politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár. 

Vit fáa sett fokus á nakað, sum bert fá vilja tosa um, sigur ein skúlanæmingur, sum luttók á evnisdegnum. 
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313