PKU kanning víðkað

PKU kanning víðkað
Blóðroyndin, sum kannar nýføðingar fyri viðføddar sjúkur, er nú víðkað
02.10.2025 - 19:47

Í Føroyum er PKU kanningin víðkað: kanningin fevnir nú um eina sjúku afturat, GSD - eisini kend sum Føroyska sjúkan - og kannað verður neyvari eftir teimum sjúkum, ið kannað varð fyri frammanundan.

- Munurin er tann, at mann fyrr hevur gjørt konsentratiónskanningar, og har eru ábendingar um, at mann ikki fangar øll, sum í veruleikanum eru sjúk.

Tað sigur Absalon Eysturoy, barna- og ungdómslækni, sum leggur afturat, at mann nú fer at gera ílegukanningar av hesum somu sjúkunum, ið væntast at hava við sær, at fleiri verða fangað.

Hesum greiðir hann nærri frá í innslagi í Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593