- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótstøðurførar bakteriur funnar í havhestaungum
Mótstøðuførar bakteriur gera um seg í vatninum í Havnini.
Og nú vísir tað seg eisini, at bakteriurnar eru funnar í havhestaungum.
Hetta er ein ræðandi gongd, sambært Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingi.
Dálkað spillvatn í nærøkinum
Tað er ungin frá í ár, sum er kannaður. Hann hevur ikki etið nakað annað, enn tað sum er at finna her á leiðum.
Tí veit mann, at tað er skarn úr føroyskum øki, sum havhesturin hevur fingið niðurum.
Og havhestaungin veit ikki betur, tá hann setur seg at pikka føði á sjónum. Tí etur hann bæði plast og skarn.
Allar leivdir fara sama stað
Í reinsibrunnum á landi verður skarn ikki skilt frá øðrum leivdum.
Hetta ger, at bakteriur liggja í brunnum og fjølga sær saman við eitt nú antibiotikaleivdum, sum tær so gerast mótstøðuførar fyri.
- Tað, sum kemur út í náttúruna, er í roynd og veru skitnari enn tað, sum verður koyrt í kloakkirnar, sigur Anni Djurhuus, lívfrøðingur og lektari á Fróðskaparsetur Føroya.
Vit ávirka umhvørvið
Hóast Jóhannis Danielsen ikki bleiv heilt bilsin um úrslitini, var hetta nakað, hann stúrdi fyri.
- Mann blívur altíð eitt sindur bilsin um, at tað eisini er soleiðis her hjá okkum, vit eru jú lutfalsliga fá fólk, sigur Jóhannis Danielsen og leggur aftrat:
- Tað er ræðandi, hvussu stóra ávirkan vit kortini hava.


























