Savnaðust um judo í Vági

Savnaðust um judo í Vági
Judoíðkarar úr øllum Føroyum savnaðust á stórari legu í Vági um vikuskiftið, har royndur spanskur venjari legði lag á
24.09.2025 - 16:00

Samanhald og felagsskapur var ovast á dagskránni, tá smáir 90 íðkarar úr øllum landinum hittust á judolegu í Vági um vikuskiftið.

Spaniólin David Flecha stóð á odda fyri teimum mongu venjingunum frá fríggjadegi til sunnudag. Hann hevur 20 ára royndir sum venjari kring heimin, og sum íðkari fekk hann nógv góð úrslit við spanska landsliðnum.

 - Eg vil fegin geva av mínum eldhuga fyri judo. Vit hava vant í trimum bólkum hesar dagarnar, har eg síggi, hvussu fólk lurta og taka ímóti tí, sum eg komi við, segði David Flecha.

 - Eg vóni, at fáa lært eitt sindur frá mær um tekniskt judo, men viðhvørt kemur tú fyri at undirvísa, men í roynd og veru fært tú minst líka nógv aftur. Nýggjan íblástur um judo ella um lívið, segði venjarin.

Legan er stuðlað av breiddarpuljuni hjá Ítróttasambandi Føroya, sum kom í 2024 og sum stuðlar tiltøkum har megintátturin er menning, sosial samvera og felagsskapur í breiðasta høpi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891