- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongantíð aftur Galaxy
Ongantíð aftur Galaxy
Skal eitt avloysaraskip vera nøktandi fyri suðuroyingar, so skal tað vera Norrøna
15.09.2025 - 20:00
Væl av fólki var komið saman á Krambatanga leygardagin á miðdegi at mótmæla vánaliga ferðasambandinum. Og fleiri mótmæli fara at koma - tá Smyril kemur aftur, fara suðuroyingar talksterkir til Havnar at mótmæla, sigur Maud Næs, stigtakari.
Suðuroyingar ynskja fyrst og fremst ein tunnil, men eitt gott avloysaraskip kundi eisini sissa tey nakað - og tað skal vera Norrøna, sum skal setast inn. At velja Galaxy er at halda suðuroyingar fyri gjøldur.
Landsstýrismaðurin lovar tó einki annað skip í hesum umfari.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























