Elduvíkarvegurin verður umvældur

Elduvíkarvegurin verður umvældur
Arbeiðið er nú farið í gongd at umvæla Elduvíkarvegin, sum í fleiri ár hevur verið í sera ringum standi.
12.09.2025 - 19:33

Elduvíkarvegurin hevur í longri tíð verið kendur fyri at vera í vánaligum standi, og bæði bilførarar og borgarar í økinum hava eftirspurt eina loysn. Nú er arbeiðið farið í gongd, og Landsverk stendur fyri at leggja nýtt asfalt og bøta um undirlagið, soleiðis at vegurin verður tryggari og betri at ferðast eftir.

Arbeiðið verður gjørt eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí ístaðin fyri bert at brúka nýtt tilfar, verður endurnýtt asfalt, sum er tikið burtur frá øðrum vegastrekki. Hetta merkir, at tilfarið verður gagnnýtt aftur. 

Tá arbeiðið er liðugt, verður væntandi munandi betri at koyra til og úr Elduvík. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978