Norskir veljarar í Føroyum luttaka í stórtingsvalinum

Norskir veljarar í Føroyum luttaka í stórtingsvalinum
Í dag er Stórtingsval í Noregi, og her í Føroyum sita fleiri norskir veljarar spentir og fylgja við og hava greitt atkvøðu.
08.09.2025 - 19:43

Í dag verður stórtingsval hildið í Noregi. Tað eru ikki einans tey, sum búgva í Noregi, ið kunnu luttaka. Eisini norskir ríkisborgarar, sum búgva uttanlands, hava rætt at greiða atkvøðu.

Í Føroyum eru fleiri norskir ríkisborgarar. Ein teirra er Tone Kjeld, sum hevur búð í Føroyum í 47 ár. Hon fylgir enn væl við í norskum politikki og heldur tað vera týdningarmikið at luttaka í stórtingsvalinum, hóast hon hevur búð uttanlands í nógv ár.

Í kvøld fáa norðmenn at vita, um stjórnin hjá norska arbeiðaraflokkinum heldur fram, ella um høgrivongurin vinnur valið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659