Eyðvør Klakstein: Einki er tryggjað enn

Eyðvør Klakstein: Einki er tryggjað enn
 - Einki er tryggjað enn, men vit spæla okkum í eina góða støðu við at fáa eitt stig heim í dag, segði KÍ-miðvallarin, Eyðvør Klakstein eftir javnleikin ímóti NSÍ í dag
07.09.2025 - 17:54

Durita Hummeland bjargaði KÍ javnleikin ímóti NSÍ, tá hon javnaði til 2-2 í síðsta minutti av toppdystinum í Runavík í dag. 

Talan er um mál, sum kann gerast avgerandi í stríðnum um føroyameistaraheitið, tí við javnleikinum eru klaksvíkingar framvgis trý stig frammanfyri tær úr Runavík, nú bert tríggir dystir eru eftir av kappingini.

 - Einki er tryggjað enn, men vit spæla okkum í eina góða støðu við at fáa eitt stig heim í dag, og eg haldi, at tað sæst eftir dystin, at vit eru væl glaðari enn tær, segði Eyðvør Klakstein.

Brá Zakariasardóttir legði NSÍ framum, tá níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, men bert 10 minuttir seinni javnaði Sólja Ernstsdóttir.

Heidi Sevdal skoraði til 2-1 fyri NSÍ, men júst tá tað sá út til, at heimaliðið hevði fingið sigurin undir land, javnaði Durita Hummeland.

 - Hetta var nakað lort, staðfesti Heidi Sevdal. 

 - Eg haldi, at vit spæla ein fantastiskan dyst. Serliga í fyrra hálvleiki hava vit ekstremt nógvar møguleikar. Vit hava alt, sum skal til fyri at vinna hendan dystin, men vit eru bara ikki nógv skarpar. 

KÍ er fremst við 52 stigum, meðan NSÍ er nummar tvey við 49 stigum. Klaksvíkingar hava betri málmun, og tí má NSÍ helst dúva upp á, at KÍ missir stig ímóti annaðhvørt HB ella Víkingi, áðrenn toppliðini hittast aftur í Klaksvík í síðsta umfari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761