Leikur um kynsligan harðskap

Leikur um kynsligan harðskap
“Verjir rættarskipanin øll líka?” Hetta er eitt av evnunum, sum verða viðgjørd í leikinum 'Prima Facie', sum Det Ferösche Compagnie er í gongd við at seta upp.
05.09.2025 - 19:25

Í Perluni niðri í miðbýnum í Havn er Det Ferösche Compagnie í gongd við at venja leikin 'Prima Facie'. Tað er ein einmansleikur, og Kristina Sørensen Ougaard er leikarin. 

Leikurin snýr sum um ein verja, sum er von at verja brotsmenn í rættinum, men brádliga er hon sjálv fyri einum brotsverki. Tá setur hon spurnartekin við, um rættarskipanin hon hevur tænt, verjir øll líka.

Endamálið við leikinum, er at seta eitt kjak í gongd og kasta ljós á evnið, sigur Kristina Sørensen Ougaard.

Leikurin er skrivaður av Suzie Miller, sum er fyrrverandi sakførari og hevur upplivað rættarskipanina og hon hevur skrivað út frá sínum royndum um hvussu rættarskipanin ikki verjir øll líka.

Leikurin er framførdur kring allan heim og verður nú settur upp í Føroyum í tøttum samstarvi leikstjóran Matthew Richardson.

 

 

Við í sjónvarpsstovuni er Bjørt Lind, samskipari á neyðtøkutilbúgvingini. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815