Føroyskur filmur tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyskur filmur tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina.
18.08.2025 - 19:23

Filmurin Seinasta paradís á jørð hjá Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur. Tað er Jón Hammer, sum hevur framleitt filmin, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger saman við Sakarisi Stórá. 

Vinnarin av filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verður kunngjørdur í Stockholm tann 21. oktober í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, sum verður hildin í Stockholm í ár. Vinningurin er 300 túsund krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313