Hallur Holm: Hetta er rørandi

Hallur Holm: Hetta er rørandi
Hallur Holm er ikki í iva um, at hetta er stórt fyri føroyska renning
18.07.2025 - 18:55

Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð hava í dag vunnið liðkappingina í hálvmarathon á oyggjaleikunum í Orkunoyggjunum. Julian bleiv nummar trý og vann harvið sjálvur bronsu.

Rógvi Kárason kom á mál sum nummar fimm. Tað var nokk til at tryggja gullið, men Neli Heldarskarð gjørdi snilt í at koma á mál beint uttanfyri topp tíggju. Hevði staðið á jøvnum millum Føroyar og Gozo, sum bjóðaði av, so hevði plaseringin hjá Nela verið avgerandi.

Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð vóru allir væl nøgdir við síni avrik í morgun. Kendi føroyski rennarin, Hallur Holm, var til staðar og sigur við Kringvarpið, at hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar vinna eina gull á langteini á oyggjaleikunum.

 - Eg eri rørdur av hesum. Eg hugsi um Guttorm Sørensen, sála, tí hann átti sín lut í Juliani Gregersen, og eg haldi eg eigi ein part av, at Rógvi Kárason fór at renna, sigur Hallur Holm.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744