Hatrikk í tvímansleiki

Hatrikk í tvímansleiki
Badminton: Føroyar átti bæði pørini og dómarin í blandaðum tvímansleiki. Eisini eydnaðist bæði kvinnu- og mansparinum at vinna sínar finalur
18.07.2025 - 22:00

Tað var ikki bara í einstaklingafinalunum, at tað gekk væl í badminton á síðsta kappingardegnum á oyggjaleikunum.

Í finalunum í tvímansleiki fingu føroyingarnir eisini hattrikk. Uppaftur stuttligaru var tað, at í blandaðum tvímansleiki vóru bæði finalupørini føroysk. Tað var dómarin og ein av linjudómarunum eisini.

Í føroyingauppgerðini vunnu Rúni Øster og Miriam í Grótinum 2-0 á Magnus Dal-Christiansen og Svannu Thorkildshøj.

Hjá kvinnum vóru Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum tryggir vinnarar, og tað vóru Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen eisini hjá monnum. Sostatt vunnu føroyingarnir allar fimm finalurnar fríggjadagin í Kirkwall.

Sí gullinnslagið omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817